Arbeiðssteðgurin er avblástur!
KLUBB 188 letur aftur dyrnar upp fríggjakv. 24. feb. kl. 21.00.
Opið verður sum vanligt!
Fríggjakv. 8. fl. til 18 ár frá kl. 21.00 – 02.00
Leygarkv. 6. og 7. fl. frá kl. 19.00 – 23.00
Týskv. 7. fl. til 18 ár frá kl. 18.00 – 22.00
Ókeypis DJ show beinleiðis frá KLUBB 188 27. januar – myndir
Fríggjakvøldi 27. januar var DJ/VJ show í KLUBB 188, hetta var somuleiðis fyrsta kvøldi, ið vit streamaðu beinleiðis frá einum tiltakið.
Tað vóru uml. 130 ungdómar til tiltakið, og sigast má at tey hugnaðu sær óført.
Sí myndir frá tiltakinum á okkara facobook síðu.
LIVE stream úr KLUBB 188
KLUBB 188 umhugsar at gera tað soleiðis, at tað verður møguleiki at strema beinleiðis úr ungdómshúsinum. Møguleiki er at vísa styttri og longri live brot úr KLUBB 188.
Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungdóminum at koma í KLUBB 188.
Lat okkum frætta tykkara støðu um hetta hugskot, antin umvegis facebook boðklivan, ella teldupostin klubb_188@tpost.fo
Gyklaskeið 17. januar
Gyklaskeiði sum bleiv avlýst í november í fjør, verður ístaðin komandi týskvøld 17. januar kl. 20.00.
Á skeiðnum fáa tit møguleika at læra/síggja nøkur gykl, ið Ásbjørn og Rói koma at vísa fram.
KLUBB 188 letur upp sum vanligt týskvøld kl. 18.00 og gyklingin verður frá kl. 20.00 til 21.00
Vit síggjast :)
Nógv virksemi í Klubb 188 í Hoyvík í 2012!
Tíðindaskriv frá Klubb 188, kelda www.pressan.fo
Eftir at hava verið í jólafrí síðani tíðliga í desember í fjør, so letur ungdómshúsið í Hoyvík, ið ber navni KLUBB 188, nú dyrnar uppaftur nu friggjakvøldið
Í fjør bleiv ein broyting gjørd í aldursbólkabýtinum í ungdómshúsinum, hendan broyting var, at ung úr 6. Og 7. Flokki hava atgongd leygarkvøld feá kl. 19.00 til 23.00 og ung úr 8. Flokki til 18 ár hava atgongd fríggjakvøld frá kl. 21.00 til 02.00. Týskvøld frá kl. 18.00 til 22.00 eru ung úr 7 flokki til 18 ár hjartaliga vælkomin.
– Tað er blivi til eina siðvenju, at tey ungu skipað fyri KLUBBquiz og baka kaku hvørt týskvøld, hetta gevur teimum eina eykað hugnaliga samverju í ungdómshúsinum, sigur Levi Mørk, sum er leiðari í Ungdómshúsinum í Hoyvík.
Siðani í heyst hevur KLUBB 188 havt útbúnan tónleikara í starvi eitt kvøld um vikuna og hansara uppgáva hevur verið, at lagt teimum ungu lag á tónleikavirksemi í húsinum.
– Hetta virksemi hevur verið til stóra gleði fyri ungdómin, og tí verður hetta virksemi nú víðka soleiðis, at frá byrjan av í hesum árinum, so verður tilboðið víðka til at tað verður skipað tónleikavirksemi minst 6 ferðir um mánaðin, sigur Levi Mørk.
KLUBB 188 er í tøttum samstarvi við Margarinfabrikkina og ungdómshúsið í Nólsoy, tá tað kemur til at fyrireika tey árligu “náttin er ung” tiltøkini í Tórshavnar kommunu.
– Vit fara eisini hava fleiri tonleikatiltøk i ar og vit hava keypt 8 nyggjar spæliteldur, sigur leiðarin í ungdómsklubbanum í Hoyvík.
Vit byrja aftur :)
Hvat dáma tykkum fríggjadagar tann 13.
KLUBB 188 byrjar aftur fríggjakv. 13. januar kl. 21.00, tá eru øll ung úr 8. fl. – 18 ár vælkomin.
Vit hava enn opið sum vanligt , friggjakvøld, leygarkvøld og týskvøld.
Síggjast ;)
KLUBB 188 er í jólafrítíð
Nú er so jólafrítíð í KLUBB 188, vit vilja takkað tykkum ungdómum fyri í ár, og somuleiðis vilja vit ynska tykkum og tykkara familjum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!
Vit síggjast í januar 2012 – í KLUBB 188 sjálvandi :)
Náttin er Ung
18. novembur verður aftur NÁTIN ER UNG í dansifrøi. Tiltakið byrjar kl. 21.00 og heldur fram til kl. 01.00.
Sí plakat!




Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.










