Author Archives: Bjarni
Tónleikafestivalurin 188
Fríggjakv. 11. mai verður “Tónleikafestivalurin 188″ í KLUBB 188.
Tiltakið er fyri ung úr 8. fl. til 18 ár, og byrja verður kl. 21.00.
Á skránni verða fleiri tónleikaframførslur av lokalum tónleikabólkum, somuleiðis verður DJ við.
Tiltakið er í rúsfríum umhvørvi!
Vit síggjast til eitt brak av einum TÓNLEIKAFESTIVALI :9
Stongt fríggjakv. 20. apríl
Vegna felags starvsfólkadag hjá starvsfólkunum hjá Tórshavnar Kommunu, so verður KLUBB 188 ikki opið fríggjakv. 20. apríl.
KLUBB 188 letur upp aftur 17. apríl
Kæru ungdómar!
Eftir eina langa páskafrítíð, so kunna vit upplýsa tykkum, at vit lata dyrnar upp aftur týsdagin 17. apríl kl. 18.00 – tá øll ung úr 7. fl. til 18 ár eru hjartaliga vælkomin.
See U:)
LIVE tónleikur í KLUBB 188
Í kvøld 23. mars fara Ólavur og Jóna at framføra LIVE tónleik í KLUBB 188.
Tey koma at spæla og syngja fleiri kendar og góðar sangir.
Vit gleða okkum at hoyra, hvat tey hava at føra fram.
KLUBB 188 letur dyrnar upp kl. 21.00 – og gsjálvandi er tað ókeypis atgongd!
Cu :)
Páskafrítíðin nærkast
Nú nærkast páskafrítíðin, og sum vanligt so verður KLUBB 188 ikki opið í feriuni.
Hetta eru upplatingartíðirnar áðrenn páskaferiuna:
Frí. 23. mars frá kl. 21.00 til 02.00 (LIVE tónleikur verður á skránni)
Ley. 24. mars frá kl. 19.00 til 23.00
Týs. 27. mars frá kl. 18.00 til 22.00 (KLUBBquiz og kaka)
Frí. 30. mars frá kl. 21.00 til 02.00
Ley. 31. mars frá kl. 19.00 til 23.00
Vit byrja aftur týsdagin 17. apríl kl. 18.00 :)
Arbeiðssteðgurin er avblástur!
KLUBB 188 letur aftur dyrnar upp fríggjakv. 24. feb. kl. 21.00.
Opið verður sum vanligt!
Fríggjakv. 8. fl. til 18 ár frá kl. 21.00 – 02.00
Leygarkv. 6. og 7. fl. frá kl. 19.00 – 23.00
Týskv. 7. fl. til 18 ár frá kl. 18.00 – 22.00
Ókeypis DJ show beinleiðis frá KLUBB 188 27. januar – myndir
Fríggjakvøldi 27. januar var DJ/VJ show í KLUBB 188, hetta var somuleiðis fyrsta kvøldi, ið vit streamaðu beinleiðis frá einum tiltakið.
Tað vóru uml. 130 ungdómar til tiltakið, og sigast má at tey hugnaðu sær óført.
Sí myndir frá tiltakinum á okkara facobook síðu.
LIVE stream úr KLUBB 188
KLUBB 188 umhugsar at gera tað soleiðis, at tað verður møguleiki at strema beinleiðis úr ungdómshúsinum. Møguleiki er at vísa styttri og longri live brot úr KLUBB 188.
Endamálið er at kveikja áhugan hjá ungdóminum at koma í KLUBB 188.
Lat okkum frætta tykkara støðu um hetta hugskot, antin umvegis facebook boðklivan, ella teldupostin klubb_188@tpost.fo
Gyklaskeið 17. januar
Gyklaskeiði sum bleiv avlýst í november í fjør, verður ístaðin komandi týskvøld 17. januar kl. 20.00.
Á skeiðnum fáa tit møguleika at læra/síggja nøkur gykl, ið Ásbjørn og Rói koma at vísa fram.
KLUBB 188 letur upp sum vanligt týskvøld kl. 18.00 og gyklingin verður frá kl. 20.00 til 21.00
Vit síggjast :)
Vit byrja aftur :)
Hvat dáma tykkum fríggjadagar tann 13.
KLUBB 188 byrjar aftur fríggjakv. 13. januar kl. 21.00, tá eru øll ung úr 8. fl. – 18 ár vælkomin.
Vit hava enn opið sum vanligt , friggjakvøld, leygarkvøld og týskvøld.
Síggjast ;)
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.















