Author Archives: Levi
Koll188retur

Sum eina roynd, fara vit í Klubb 188 í tøttum samstarvið við Barna og Ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu og við Kollafjarðar skúla, at bjóða minibusssamband til ungdómin í Kollafirði púra ókeypis – báðar vegir millum skúlan í Kollafjørði og til ungdómshúsið Klubb 188 í Hoyvík.
Vit byrja longu nú týsdagin 13. mars, har Taxabussur/bilar frá Bil, hava fráferð uttanfyri skúlan í Kollafirði týskvøldið kl. 17.45 (um ynski er so verður steðga við vegin til Signabø/Oyrareingir) og koyrir til ungdómshúsið Klubb 188 og heimferðin er til Kollafjørð er týskvøldið kl. 22.00. Starvsfólk frá Klubb 188, verður tilstaðar uttan fyri skúlan í Kollafirði týskvøldið og fylgir ungdóminum til Hoyvíkar. Aldursbólkurin er frá 7. flokki til 18 ár.
Sigast skal at ungdómurin í Kollafirði, hevur enn ikki nakað ungdómshús. Men Tórshavanr kommuna er nú í ferð við, at innrættað loftið í ítrottarhøllini í Kollafirði til ungdóm, KÌF og bygdarfólkið. Men hetta tekur nakað av tíð og tí verður nú roynt, at bjóða ungdóminum har norðuri, betri sømdir inntil tey fáa teirra egna ungdómshús. Sigast skal at hetta er eitt royndarprojekt, um nógv undirtøka er verður hildið áfram.
Tilmeldingin fer fram á tlf. 214789. Sí annars meira kunning á heimasíðuni www.klubb188.com
Levi Mørk, leiðari fyri Klubb 188
Sí video innslag frá klubb 188 her.
Nógv virksemi í Klubb 188 í Hoyvík í 2012!
Tíðindaskriv frá Klubb 188, kelda www.pressan.fo
Eftir at hava verið í jólafrí síðani tíðliga í desember í fjør, so letur ungdómshúsið í Hoyvík, ið ber navni KLUBB 188, nú dyrnar uppaftur nu friggjakvøldið
Í fjør bleiv ein broyting gjørd í aldursbólkabýtinum í ungdómshúsinum, hendan broyting var, at ung úr 6. Og 7. Flokki hava atgongd leygarkvøld feá kl. 19.00 til 23.00 og ung úr 8. Flokki til 18 ár hava atgongd fríggjakvøld frá kl. 21.00 til 02.00. Týskvøld frá kl. 18.00 til 22.00 eru ung úr 7 flokki til 18 ár hjartaliga vælkomin.
– Tað er blivi til eina siðvenju, at tey ungu skipað fyri KLUBBquiz og baka kaku hvørt týskvøld, hetta gevur teimum eina eykað hugnaliga samverju í ungdómshúsinum, sigur Levi Mørk, sum er leiðari í Ungdómshúsinum í Hoyvík.
Siðani í heyst hevur KLUBB 188 havt útbúnan tónleikara í starvi eitt kvøld um vikuna og hansara uppgáva hevur verið, at lagt teimum ungu lag á tónleikavirksemi í húsinum.
– Hetta virksemi hevur verið til stóra gleði fyri ungdómin, og tí verður hetta virksemi nú víðka soleiðis, at frá byrjan av í hesum árinum, so verður tilboðið víðka til at tað verður skipað tónleikavirksemi minst 6 ferðir um mánaðin, sigur Levi Mørk.
KLUBB 188 er í tøttum samstarvi við Margarinfabrikkina og ungdómshúsið í Nólsoy, tá tað kemur til at fyrireika tey árligu “náttin er ung” tiltøkini í Tórshavnar kommunu.
– Vit fara eisini hava fleiri tonleikatiltøk i ar og vit hava keypt 8 nyggjar spæliteldur, sigur leiðarin í ungdómsklubbanum í Hoyvík.
Fríggjakvøldið 10. juni 2011 verður aftur »Náttin er Ung« frá kl. 21-01.
“Náttin er Ung” , ið verður í Dansifrøi 10. juni kl 21.00 til 01.00 verður DJ við Pandaboy og Sunflower, dansur og sangur úr “Kennir tú Margar” verður eisini á skránni. Afturat tí, so verður eisini ókeypis FIFA kapping við góðum vinningi.
So ungdámar úr 7. fl – 9. fl: VIT SÍGGJAST Í DANSIFRØI 10. JUNI
Myndir frá avdúkingini av heimasíðuni
Fríggjakvøldið var nýggja heimasíðan hjá okkum tikin í nýtslu.
Í hesum sambandi var almenn móttøka, har nógv fólk møtti upp, og lagið var gott. Levi Mørk, sum er leiðari í ungdómshúsinum, beyð vælkomin, meðan borgarstjórin og formaðurin í mentamálanendini, Jógvan Arge, hildu røðu.
Síðani var tað trivnaðarstjórin, Jóan Petur Hentze, sum almannakunngjørdi nýggju heimasíðuna. Guðrið Hansdóttir framførdi nakrar sangir av nýggju fløguni.
Myndir eru at síggja bæði her og á facebook
Nýggj heimasíða til Klubb 188!
Vælkomin til okkara nýggju heimasíðu, her fara vit at leggja ymist tilfar frá okkara virksemi í Klubb 188.
Heimasíðan hevur nú verið ávegis í eina tíð og vit fara at avdúka hana alment nú fríggjakvøldi, sum eisini er tann seinasti upplatingardagur áðrenn summarfrítíðina.
Endamálið við heimasíðan er fyrst og fremst at lýsa virksemi hjá teimun ungu hjá klubb 188. Somuleidis kunnu tey ungu eisini senda ymist tilfar sum tey hava uppá hjarta til okkum t.e myndir og filmar o.t.
Klubb 188 í Dag og Viku!
Her er innslagið, sum tvær ungar og raskar gentur hava gjørt, meðan tær vóru í starvsvenjing hjá kringvarpinum. Tær eru báðar brúkarar av klubb 188. Eisini má sigast at tær hava báðar eina framtíð sum journalistar. Gott arbeiði og tað hjálpti, tí nú er Klubb 188 opið enn meira.



Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.


















