Category Archives: Tiltøk
Tónleikafestivalurin 188
Fríggjakv. 11. mai verður “Tónleikafestivalurin 188″ í KLUBB 188.
Tiltakið er fyri ung úr 8. fl. til 18 ár, og byrja verður kl. 21.00.
Á skránni verða fleiri tónleikaframførslur av lokalum tónleikabólkum, somuleiðis verður DJ við.
Tiltakið er í rúsfríum umhvørvi!
Vit síggjast til eitt brak av einum TÓNLEIKAFESTIVALI :9
LIVE tónleikur í KLUBB 188
Í kvøld 23. mars fara Ólavur og Jóna at framføra LIVE tónleik í KLUBB 188.
Tey koma at spæla og syngja fleiri kendar og góðar sangir.
Vit gleða okkum at hoyra, hvat tey hava at føra fram.
KLUBB 188 letur dyrnar upp kl. 21.00 – og gsjálvandi er tað ókeypis atgongd!
Cu :)
Náttin er Ung – Juni 2011
Unknown
Fríggjakvøldið 10. juni var “Náttin er Ung” í Dansifrøi í Tórshavn. Á skránni var m.a. DJ og VJ við Pandaboy og Sunflower, eisini blivu sangir úr leikinum “kennir tú Margar” framførdir. Dansibólkurin BIIT vísti eisini síni dansikynstur á gólvinum.
Tað vóru uml. 80-90 ung, ið høvdu tikið av møguleikanum at koma í Dansifrøi – hetta góða summarveðurskvøld.
Næsta “Náttin er Ung” verður vónandi í september 2011.
Sì myndir frá tiltakinum á:
http://www.facebook.com/media/set/?set=a.157011577700953.39864.100001763351177
Fríggjakvøldið 10. juni 2011 verður aftur »Náttin er Ung« frá kl. 21-01.
“Náttin er Ung” , ið verður í Dansifrøi 10. juni kl 21.00 til 01.00 verður DJ við Pandaboy og Sunflower, dansur og sangur úr “Kennir tú Margar” verður eisini á skránni. Afturat tí, so verður eisini ókeypis FIFA kapping við góðum vinningi.
So ungdámar úr 7. fl – 9. fl: VIT SÍGGJAST Í DANSIFRØI 10. JUNI
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.













