Category Archives: Ungdrómsráðið
Tónleikafestivalurin 188
Fríggjakv. 11. mai verður “Tónleikafestivalurin 188″ í KLUBB 188.
Tiltakið er fyri ung úr 8. fl. til 18 ár, og byrja verður kl. 21.00.
Á skránni verða fleiri tónleikaframførslur av lokalum tónleikabólkum, somuleiðis verður DJ við.
Tiltakið er í rúsfríum umhvørvi!
Vit síggjast til eitt brak av einum TÓNLEIKAFESTIVALI :9
Nýtt ungdómsráð valt í KLUBB 188
Á ungdómsráðsvalinum, sum var í KLUBB 188 týsdagin 1. november blivu hesi vald:
Elberg Elias, Torbjørn, Ella, Karl Heðin og Barbara. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við valinum.
Fyrsti ungdómsráðsfundur verður týsdagin 8. november, og tá skal eftir ætlan nýggjur formaður veljast.
Somuleiðis vilja vit takkað tí “gamla” ungdómsráðnum fyri teirra arbeiði í KLUBB 188.
Uppstilling til val av nýggjum ungdómsráði
1. november verður val av nýggjum ungdómsráði í KLUBB 188. Í løtuni eru 5 ung komin á listan. Um nakar av tykkum ungu hevur áhugað at verða valevni, vinarliga gev okkum eini boð í boðklivan á facebook ella sum viðmerking her á síðuni!
Tey uppstillaðu higartil eru:
Atli R. Mikkelsen
Elberg Elias Klettheyggj
Høgni Jákupsson
Torbjørn Mikkelsen
Ásmundur Langgaard
Veljast skulu 5 umboð!
6. og 7. fl. – 2 umboð
8. fl. til 18 ár – 2 umboð
tann 5. valdi verður tann, ið fær trið flestar atkvøður tilsamans.
So til tykkum, ið vilja í ungdómsráðið – haldi tykkum framat og fái onnur at velja tykkum

Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.












