2
Jun

Vinn eina iPad 1

Tit ungdómar! Vit fara nu í samband við at vit hava fingið eina heimasíðu, at spyrja tykkum um hvørt tit hava ahuga í at vinna eina IPad 1!

Tað sum tit skulu gera er, at skriva okkurt um hvat, ið tit halda um Klubb 188. Hvat ið tit velja at skriva um er upp til tykkum, men treytin er at tit skriva umleið eina A4 síðu. Tit eru vælkomin at verða kritisk. Vit trekkja so lut ímillum øll sum skriva inn, men tad verður bert ein vinnari! Vinnarin verður almannakunngjørdur á fyrsta upplatingardegnum hja okkum eftir summarfritíðina.

Eftir er bert at ynskja tykkum góðan skrivihug og góða summarfrítíð!

GG. leiðslan í KLubb 188 hevur fulla myndugleika at broyta vinningin!

31
May

Náttin er Ung

Fríggjakvøldið 10. juni 2011 verður aftur »Náttin er Ung«

Tiltakið verður í hølunum hjá dansifrøi. Á skránni verður DJ & VJ SHOW við Pandaboy og Sunflower, eisini verður FIFA kapping á stórskýggja.

Øll ung í aldrinum frá 7. fl. – 9. fl. eru hjartaliga vælkomin.
Kostnaður kr. 50,-

Tiltakið er í rúsfríum umhvørvi :)

Vit síggjast.
Vegna fyrireikarinar,
KLUBB 188, Margarinfabrikkin og Ungdómshúsið Látrið

31
May

Myndir frá avdúkingini av heimasíðuni

Fríggjakvøldið var nýggja heimasíðan hjá okkum tikin í nýtslu.

Í hesum sambandi var almenn móttøka, har nógv fólk møtti upp, og lagið var gott. Levi Mørk, sum er leiðari í ungdómshúsinum, beyð vælkomin, meðan borgarstjórin og formaðurin í mentamálanendini, Jógvan Arge, hildu røðu.

Síðani var tað trivnaðarstjórin, Jóan Petur Hentze, sum almannakunngjørdi nýggju heimasíðuna. Guðrið Hansdóttir framførdi nakrar sangir av nýggju fløguni.

Myndir eru at síggja bæði her og á facebook

27
May

Vinn 2 atgongumerki til G-Festivalin

26
May

Nýggj heimasíða til Klubb 188!

Vælkomin til okkara nýggju heimasíðu, her fara vit at leggja ymist tilfar frá okkara virksemi í Klubb 188.

Heimasíðan hevur nú verið ávegis í eina tíð og vit fara at avdúka hana alment nú fríggjakvøldi, sum eisini er tann seinasti upplatingardagur áðrenn summarfrítíðina.

Endamálið við heimasíðan er fyrst og fremst at lýsa virksemi hjá teimun ungu hjá klubb 188. Somuleidis kunnu tey ungu eisini senda ymist tilfar sum tey hava uppá hjarta til okkum t.e myndir og filmar o.t.

25
May

Filmur: Vælkomin í Klubb 188

Filmur sum Bjarni Beder samskipari hevur gjørt um Klubb 188.

25
May

Klubb 188 des. 2010

25
May

13. Mai

Nú eru tær mongu myndurnar frá fríggjakvøldid 13. Mai lagdar út!

25
May

Klubb 188 í Dag og Viku!

Her er innslagið, sum tvær ungar og raskar gentur hava gjørt, meðan tær vóru í starvsvenjing hjá kringvarpinum. Tær eru báðar brúkarar av klubb 188. Eisini má sigast at tær hava báðar eina framtíð sum journalistar. Gott arbeiði og tað hjálpti, tí nú er Klubb 188 opið enn meira.

24
May

KLUBB 188 er tykkara!

Týsdagin kl. 18.00 er aftur opið í KLUBB 188. Hetta er seinasti týsdagurin vit hava opið áðrenn summarfrítíðina, so vónandi fáa vit øll eitt gott og hugnaligt kvøld saman.
So kæru ungdómar úr 6. fl til 18 ár, vit gleða okum at síggja tykkum!
Fríggjakv. er seinasti dagurin, har KLUBB 188 er opið áðren summafrítíðina, men vit koma sterkt aftur aftaná summafrítíðina.
GG. Vit hava nú fingið okkum hetta slogan og tað at er  ” KLUBB 188 er tykkara”
Leita:
Um okkum
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.
Okkara slogan til tey ungu er: " Klubb 188 er tykkara"
Klubb 188 hevur opið fyri øllum børnum og øllum ungum frá 6. flokki til 18 ár.

Her kunnu tey ungu spæla teldu, linka, spæla borðtennis, spæla playstation, Nitendo WII, hyggja í sjónvarp, televarp, spæla tónleik, vera á YouTube, spæla ymisk spøl í cafeini, dansa ella okkurt heilt annað. Klubb 188 er jú tykkara!

Vit síggjast í Klubb 188 :-)
  • Tilvildarligar myndir
    klubb 188 183 (Kopier)klubb 188 164 (Kopier)klubb 188 116 (Kopier)klubb 188 184 (Kopier)klubb 188 155 (Kopier)klubb 188 171 (Kopier)klubb 188 117 (Kopier)klubb 188 185 (Kopier)klubb 188 151 (Kopier)img_6890klubb 188 152 (Kopier)klubb 188 187 (Kopier)klubb 188 181 (Kopier)klubb 188 141 (Kopier)klubb 188 124 (Kopier)klubb 188 174 (Kopier)klubb 188 146 (Kopier)klubb 188 158 (Kopier)klubb 188 175 (Kopier)img_6927klubb 188 121 (Kopier)klubb 188 173 (Kopier)img_6902klubb 188 154 (Kopier)klubb 188 126 (Kopier)img_6901klubb 188 167 (Kopier)klubb 188 118 (Kopier)img_6880klubb 188 133 (Kopier)klubb 188 172 (Kopier)img_6914klubb 188 169 (Kopier)klubb 188 186 (Kopier)klubb 188 139 (Kopier)klubb 188 112 (Kopier)img_6897img_6876klubb 188 165 (Kopier)klubb 188 153 (Kopier)img_6904img_6963klubb 188 162 (Kopier)klubb 188 111 (Kopier)img_6921img_6874klubb 188 176 (Kopier)img_6977klubb 188 166 (Kopier)img_2189
Hvat sker?
                                                                                                                          Webmaster: Hugin Bjørnsson Knudsen