Reglugerð

Unknown

Unknown

Reglugerð fyri okkara ungu í Klubb 188!

Í Klubb 188 hava vit nakrar heilt greiðar reglar at halda seg til. Tí vit skulu øll hava virðing fyri hørjum øðrum og virðing fyri tí umvhørvið sum vit húsast í.

Brot á reglarnar fáa hóskandi avleiðingar, sum í ringasta føri kann vera ein tíðaravmarkað burturvísing (karantena) frá Klubb 188

Almenna reglugerðin:
Vit hava virðing fyri hvør øðrum
Vit skulu hava virðing fyri húsinum.
Vit skulu hava virðing fyri okkara uttanumøki.
Vit skulu nýta ruskíløtini bæði innan og uttanfyri
Vit eru góð við hvønn annan
Vit hjálpa hvør øðrum
Vit siga okkara meining
Vit lata ting hjá øðrum fáa frið
Vit rudda upp eftir okkum og sløkkja ljósið, tá vit fara
Vit roykja ikki inni
Vit nýta ikki rúsevni
Vit skulu ikki inn í starvsfólkarúmið, uttan at onnur avtala er gjørd við starvsfólk.
Vit skulu spyrja starvsfólk, um at sleppa at nýta telduna í starvsfólkarúminum til útprinting.
Vit nýta teldu nr.7 til skriving og myndaredigering.
Vit skulu spyrja um loyvið til at nýta køkin.
Vit skulu ikki hava nakað etandi ella drekkandi við í teldurúmið.
Vit skulu ikki nýta skúlastovurnar ella serstovuna í húsinum.
Vit eta og drekka ikki í tónleikarúminum.

Brot á reglugerðina:

Royking ella nýtsla av rúsevnum inni í Klubb 188 kann geva burturvísing í ein heilan mánaða. Men vit skulu fyrst hava eina samrøðu við viðkomandi, áðrenn burturvísing verður galdandi.

Síðani verður tað leiðarin, varaleiðarin og samskiparin, sum avgerða hvat skal henda, um tey ungu bróta reglugerðina. Men vit royna alltíð at vera fyribyrgjandi hóast ósømuligan atburð og hava altíð ein námsfrøðisliga hugburð imóti teimun ungu, men um keðiligur ikki hóskandi atburður heldur áfram, so gevur tað tíverri burturvísing í 1 mánaða.

Tí, Klubb 188 er tykkara og tískil fari val um. Tað er jú tykkara val og tykkara stað!

 

Leita:
Um okkum
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.
Okkara slogan til tey ungu er: " Klubb 188 er tykkara"
Klubb 188 hevur opið fyri øllum børnum og øllum ungum frá 6. flokki til 18 ár.

Her kunnu tey ungu spæla teldu, linka, spæla borðtennis, spæla playstation, Nitendo WII, hyggja í sjónvarp, televarp, spæla tónleik, vera á YouTube, spæla ymisk spøl í cafeini, dansa ella okkurt heilt annað. Klubb 188 er jú tykkara!

Vit síggjast í Klubb 188 :-)
  • Tilvildarligar myndir
    klubb 188 142 (Kopier)klubb 188 158 (Kopier)klubb 188 173 (Kopier)klubb 188 150 (Kopier)klubb 188 120 (Kopier)klubb 188 112 (Kopier)klubb 188 168 (Kopier)klubb 188 144 (Kopier)klubb 188 153 (Kopier)klubb 188 148 (Kopier)klubb 188 184 (Kopier)klubb 188 138 (Kopier)klubb 188 136 (Kopier)img_6901klubb 188 116 (Kopier)klubb 188 117 (Kopier)klubb 188 160 (Kopier)klubb 188 188 (Kopier)klubb 188 147 (Kopier)img_6955klubb 188 177 (Kopier)klubb 188 171 (Kopier)img_6874img_6878img_6875img_6908klubb 188 118 (Kopier)klubb 188 113 (Kopier)klubb 188 121 (Kopier)klubb 188 128 (Kopier)klubb 188 122 (Kopier)klubb 188 163 (Kopier)klubb 188 114 (Kopier)img_6880klubb 188 170 (Kopier)klubb 188 154 (Kopier)img_6910klubb 188 132 (Kopier)klubb 188 174 (Kopier)klubb 188 133 (Kopier)klubb 188 141 (Kopier)klubb 188 185 (Kopier)img_6953klubb 188 137 (Kopier)img_6963klubb 188 169 (Kopier)img_6891klubb 188 126 (Kopier)klubb 188 166 (Kopier)img_6900
Hvat sker?
                                                                                                                          Webmaster: Hugin Bjørnsson Knudsen