Byrjanin til Klubb 188 og eldri tíðindir!

Unknown

Unknown

“Ungdómshúsið í Hoyvík” klubb 188 opnaði fyrstuferð 15 mars 2010, í fyrstu atløgu sum eitt royndarprojekt uppá 3 mánaðir og síðani fram til 31.12.2010. Hetta í samráð við Hoyvíkar skúla, Frítíðarskúlan í Hoyvík, Barna og ungdómsdeildina og Tórshavnar býráð. Frá 1. januar 2011 komu vit á fíggjarlógina hjá Tórshavnar kommunu. Síðani er nógv komið av skafti og tað eru nógvar broytingar hendar og tað er jú soleiðis tað skal vera – við at hava nýggj mál og visiónir allatíðina.

Eldri tíðinaskriv koma niðanfyri:


4. mars 2010
Nýtt ungdómsvirksemi í Hoyvík
Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í dag einmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars. -

Okkara umsiting fyri børn og ung hevur eftir áheitan frá býráðnum mett um tørvin á frítíðarátøkum millum tey ungu í kommununi sum heild og mælir til tílíkt virksemi í Hoyvík beinanvegin, tí har er tørvurin størstur, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Virksemið verður í frítíðarskúlanum við Hoyvíkar skúla, sum skúlaleiðslan og leiðslan fyri frítíðarskúlan hava játtað at lata upp fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18 til 23 og leygarkvøld frá kl. 22 til 02 í tríggjar mánaðir sum ein royndarskipan. Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.

Hesar tríggjar mánaðirnar verður arbeitt víðari við, hvussu hetta ungdómsvirksemið í Hoyvík kann skipast eftir einum føstum leisti í framtíðini. Haraftrat verður arbeitt víðari við møguleikunum aðrastaðni í kommununi.

Fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við. Jógvan Arge, nevndarformaður, sigur, at kommunan hevur kannað møguleikarnar fyri sonevndum klubbvirksemi fyri børnum úr 3. til 6. flokk í Hoyvík.

Hesin spurningur er ikki loystur enn, men arbeitt verður víðari við ætlanini, eitt nú í sambandi við, at Hoyvíkshøllin verður útbygd, sigur hann. Í fjør heyst var ungdómstilboð sett í verk fyri ungdómin í Nólsoy. Har lata tey væl at átakinum hjá Tórshavnar Kommunu.
INDSENDT AF UNGDÓMSHÚSIÐ Í HOYVÍK KL. 04.41 0 KOMMENTARER LINKS TIL DETTE INDLÆG

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti í vikuni einmælt eina royndarskipan við føstum ungdómsvirksemi, sum byrjar longu um nýggju dagar – tann 15. mars.
Virksemið verður í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum er opin fyri ungum fólkum millum 13 og 18 ár eftir vanliga afturlatingartíð.
 Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18:00 til 22:00 og leygarkvøld frá kl. 20:00 til 02:00 í tríggjar mánaðir, sum ein royndarskipan.
Torshavn.fo veit at siga, at Levi Mørk, leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík, frøist um, at hetta verður sett í verk.
- Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Skráin verður kunngjørd í komandi viku, men tað verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar.
Levi Mørk heldur eisini, at tílík tiltøk mugu gerast aðrastaðni í kommununi. Eitt nú í Kollafirði, har ein kundi brúkt loftið í ítróttarhøllini til endamálið. Levi Mørk leggur afturat, at umsitingin arbeiðir við málinum um tilboð fyri ung í Tórshavnar kommunu.
Kelda: Torshavn.fo

Ungdómshúsið í Hoyvík aftur opið í kvøld
20. mars 2010

Ungdómshúsið í Hoyvík hevur opið aftur í kvøld leygarkvøldið kl. 22.00 til 02.00. Øll í aldrinum 13 til 18 ár eru vælkomin.
Leggjast kann aftrat, at húsið hevur fingið fleiri teldur og umstøðurnar gerast betri og betri og tey eftirmeta støðuna alla tíðina.
Eisini leggja tey stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði, soleiðist at tey ungu sum td. roykja og smakka sær á, sleppa ikki inn. Ti talan er um rúsfritt umhvørvi. Seinast vóru yvir 100 ung sum møttu, og tad var gódur hýrur.
Adressan til Ungdómshúsið í Hoyvík
 er Vegurin Langi 23,
188 Hoyvík.

So er farið í gongd!

16. mars 2010
Ungdómsvirksemið í Hoyvík lat upp í gjárkvøldið.

Levi Mørk, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði kommunununi fyri, at hon hevði tikið stig til at bjóða ungdóminum í Hoyvík frítíðarskúlan eftir vanliga afturlatingartíð, tvær ferðir um vikuna. Síðani spældi bólkurin Oniontree.

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini helt røðu, og handaði Levi blómur.Jógvan segði, at sum eina roynd í tríggjar mánar verður opið tvey kvøld um vikuna – mánakvøld og leygarkvøld.

Fyribrigdið er ikki ókent í kommununi. Margarinfabrikkin hevur eini 15 ár á baki og er eftirhondini komin væl á lagið. Hon er fyrimynd fyri tí frítíðarvirksemi, sum í fjør varð sett í gongd úti Nólsoy, har tey láta væl at.

Almenn móttøka í frítíðarskúlanum í Hoyvík 13. mars 2010

Móttøka verður mánakvøldið 15. mars kl. 17.30 í sambandi við, at virksemið fyri ung letur upp í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Umframt røður og tónleik verður eisini ein drekkamunnur at fáa við onkrum góðum afturvið, sigur barna- og ungdómsdeild Tórshavnar býráðs.

10. mars 2010. Ungdómshúsið í Hoyvík: Opið fyrstu ferð 15. mars

Opið verður fyrstu ferð fyri ungdóminum 15. mars 2010 í Ungdómshúsinum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Skráin er henda fyrsta kvøldið: Oniontree spælir nøkur løg, tað eru teldur at royna, playstation, televarp, café og spurnarkappingar, borðtennis og fótbóltspøl.

Annars skulu tey ungu sjálvi seta dám á. Talan er um rúsfritt umhvørvi. Upp- og afturlatingartíðir frá 15. mars 2010 til 15 juni 2010 eru mánakvøld frá kl. 18.00 til 22.00 og leygarkvøld frá kl. 22.00 til 02.00. Aldursbólkurin er 13 til 18 ár.

Oniontree spæla í Hoyvík 15. mars
08. mars 2010

Planet Awards-vinnarabólkurin Oniontree verður bólkurin, sum fer at spæla fyri ungdóminum í Hoyvík mánakvøldið 15. mars 2007. Tað avdúkar Levi Mørk, leiðari fyri frítíðarskúlan í Hoyvík.
Oniontree gjørdist ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2009. Lag teirra, “The Machine”, hevur eisini fleiri vikur á baki sum nummar eitt á 15 teimum bestu. Hóast bert eitt ár baki, so hevur Oniontree spælt til nógv tiltøk, eitt nú í Vega við TheDreams, og til tiltakið Náttin er ung í Høllini á Hálsi.

Manningin í Oniontree er Sigmund Jørgensen, gittar og sang. Fríði Tanggaard Bjørgvin,gittar og kór. Jan Mýrá, bass og Magnus Ovason, trummur.Fullfíggjað skrá kemur í vikuni.

Gera klárt til ungdómin í Hoyvík
05. mars 2010

Frítíðarvirksemi verður nú sett í verk fyri ungdóm í Hoyvík. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í vikuni einmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars 2010.



Virksemið verður í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum er opin fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.

Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18 til 22 og leygarkvøld frá kl. 22 til 02 í tríggjar mánaðir, sum ein royndarskipan.Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.


Levi Mørk, leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík frøist um, at hetta verður sett í verk, og sigur, at hetta er ein stórur sigur fyri ungdómin í Hoyvík. Hann leggur aftrat, at fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við.

Hetta má eisini gerast aðrastaðni í kommununi, eitt nú í Kollafirði, her kundi ein brúkt loftið í ítróttarhøllini til endamálið. Levi Mørk leggur afturat, at umsitingin arbeiðir við málinum um tilboð fyri ung í Tórshavnar kommunu.

Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Skráin verður kunngjørd í komandi viku, tað verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar. Levi sigur, at øll ung millum 13 til 18 eru vælkomin.

TORSDAG DEN 3. JUNI 2010

Levi og Jógvan fegnast!

Mynd: Biit dansurbólkur vitjar!
Ungdómsvirksemið, sum farið varð undir í Hoyvík í vár, heldur fram í heyst og tað fegnast Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráð og Levi Mørk, leiðari, um hálvan mars var sum eina roynd farið undir tilboð til ungdóm í smábarnaskúlanum við Hoyvíkar skúla. Har hevur verið opið við ymiskum áhugaverdrum tilboðum til tey ungu mánakvøld og leygarkvøld.

Undirtøkan hevur verið sera stór. Áleið 100 ung í aldrinum 13 til 18 ár hava vitjað hvørt kvøld. Bæði ung og foreldur í Hoyvík hava verið sera fegin um tiltakið og hava vónað, at tað heldur fram eftir summarfrítíðina.

Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur á fundi mikudagin gjørt av at játta 130.000 krónur til framhald av hesum neyðuga ungdómsvirksemi í Hoyvík eftir summarfrítíðina.

Tað er frítíðarskúlin í Hoyvík, sum stendur fyri hesum tilboðnum.

Levi Mørk, leiðari fyri ungdómshúsið, sigur, at tá ið tey byrja aftur í september, er ætlanin at hava diskotek eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur.

Umhugsað verður eisini at býta aldursbólkarnar meiri sundur.

- Vit fara eisini at gera ymiskar reglar fyri teimun ungu og ein limalista. Vit hava eitt rúsfrítt umhvørvi og gera eitt fyribyrgjandi arbeiði við ungdómshúsinum og vit eru jú her fyri at fyribyrgja at herverk og annað ikki hóskandi atburður ikki henda, sigur Levi Mørk


Navnakapping hevur verið til ungdómshúsið í Hoyvík!

kelda. http://www.torshavn.fo/ 03. juni 2010

Skjótt verður nýtt navn til ungdómshúsið í Hoyvík avdúkað. Mentamálanevndin hevur avrátt, at virksemið skal halda fram og kemur á fíggjarlógina frá l. januar 2011.

Royndir hava verið gjørdar við ungdómsvirkseminum seinastu tríggjar mánaðirnar. Royndirnar hava hepnast sera væl og eini hundrað ung hava vitjað, hvørjaferð opið hevur verið.

Verulig gongd kemur aftur á virksemið eftir 1. september. Meira fæst at vita um virksemið á:

Dansibólkurin Biit, á pallinum í ungdómshúsinum.

Tað var eitt fragd fyri eygað hjá okkum at uppliva dansibólkin Biit framføra í ungdómshúsinum mánakvøldið 31. maj. 2010. Tey ungu tóku væl ímóti teimun og stemningurin var í top.


Vit takka fyri gávur og nógva hjálp!

Fólk hava verið sera gávumild um hesa nýggju verkætlan. Vit hava fingið 3 teldur frá Badmintonhøllini og tær vera nú væl brúktar av teimun ungu. Eisini fingu vit ein telduskerm frá Televarpinum, sum tey skuldu koyra burtur. Eisini hevur Barna og Ungdómsdeildin, stuðla okkum við at gjalda fyri Oniontree, sum spældi fyrsta kvøldið. Vit eru eisini takksom fyri hjálpina sum Margarinfabrikkin hevur givið okkum, síðani vit lótu upp fyri ungdóminum, teir lótu okkum læna tónleika útgerð. Annars takka vit øllum hinum, sum hava hjálp til og sum ikki eru nevnd, men tey eru ikki gloymd. Vit eru tykkum øllum sera takksom.

Sera stór undirtøka millum tey ungu
Vit hava havt opið síðan 15 mars 2010 og undirtøkan millum tey ungu hevur verið sera stór. Fyrsta kvøldið hin 15 mars vóru 111 ung og vitjaðu. Annað kvøldið var leygarkvøld 20 mars var talið omanfyri 120. Líka góð undirtøka var mánakvøldið 22. mars, har talið av teimun ungu, sum vitjaðu var omanfyri 130 ung og nú skúlanar hava páskafrítíð vóru yvir 80 ung og hugnaðu sær leygarkvøldið 27.03.2010.


Barbara Lamhauge vann navna kappingina – Navnid er KLUBB 188.


15.mars. 2010.

Kappingina um navnið vann Barbara Lamhauge. Tað vóru 97 uppskot og flest teirra høvdu okkurt við 188 at gera. Barbara mettu vit hava bestu loysnina hon kom við uppskotinum klub188, tað var so broytt til KLUBB 188. Tillukku Barbara. Annars vóru fleiri góð hugskot at velja imillum.


www.mess.fo hevði samrøða við Levi Mørk og Bjørg Danielsen

Ungdómshúsið í Frítíðarskúlanum lat upp í í gjárakvøldið. Undirritaði var og tosaði við Levi Mørk og Bjørg Danielsen, og setti teimum nakrar spurningar.

Hvussu ber tað til at tit hava opnað eitt ungdómshús í Frítíðarskúlanum í Hoyvík?
Tí, tað er so stórur tørvur á hølum til ung millum 13 og 18 ár. Margarinfabrikkin liggur so langt burtur, og tey í Hoyvík hava onga aðrastaðni at fara. Eisini er tað gott hjá ungdóminum at koma út í millum onnur ung.
Hví er Ungdómshúsið bara til ung millum 13-18 ár?
Vit halda at tey ungu mangla støð at fara í, og vit vilja gjarna geva teimum eitt rúsfrítt stað, har tey kunnu hugna og stuttleika sær. Ung, ið eru blivin 18 ár hava onnur støð at fara.
Hví skal húsið verða rúsfrítt?
Tað er tídningarmikið fyri okkum at fyribyrgja tey ungu. Tvs. at vit vilja gera so nógv sum gjørligt fyri at kunnað tey um hvussu ósunt alkohol, sigarettir o.a er.
Hvussu leingi hava tit arbeitt uppá ungomshúsið?
Vit fingu ikki a vita fyrr enn 03.03 í ár, at tað var møguligt at skapa eitt ungdómshús, so vit hava gjørt skjótt av. Enn er ikki alt komið uppá pláss, men tey ungu skulu eisini sleppa at seta sítt preg á húsið, so tey kunnu føla seg væl.
Hvat er endamálið við húsinum?
At tey ungu skulu hava eitt stað at fara til. At fáa tey ungu at socialisera seg, ístaðin fyri at sita inni alt kvøldið framman fyri einum skíggja, kunnu tey koma oman í ungdómshúsið, at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Eisini er eitt av høvuðsmálinum at forða ungdóminum at detta í rúsevni. Tá tað gongur illa í einum samfelag, er tað oftað tey ungu ið verða gloymd, og tey kunnu tí koma í truplar støður, og vit vilja gjarna hjálpa teimum áðrenn tað kemur so langt.
Hvat kunnu tey ungu hugna sær við har?
Vit hava teldur, við nógvum spølum, playstation, internet, sofur har ein kann slappa av í, og eisini hevur ungdómshúsið leiga høllina einaferð um vikuna, har tey ungu kunnu sleppa at spæla hockey ella onnur líknandi spøl, ið tey hava hug til.
Hevur ungdómshúsið einki navn fingið enn?
Nei, ikki enn. Men vit rokna við at tað fer at koma skjótt. kathrina@mess.f

Leita:
Um okkum
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.
Okkara slogan til tey ungu er: " Klubb 188 er tykkara"
Klubb 188 hevur opið fyri øllum børnum og øllum ungum frá 6. flokki til 18 ár.

Her kunnu tey ungu spæla teldu, linka, spæla borðtennis, spæla playstation, Nitendo WII, hyggja í sjónvarp, televarp, spæla tónleik, vera á YouTube, spæla ymisk spøl í cafeini, dansa ella okkurt heilt annað. Klubb 188 er jú tykkara!

Vit síggjast í Klubb 188 :-)
  • Tilvildarligar myndir
    klubb 188 171 (Kopier)img_2189klubb 188 175 (Kopier)klubb 188 134 (Kopier)img_6955klubb 188 121 (Kopier)img_6890klubb 188 143 (Kopier)img_6865klubb 188 183 (Kopier)klubb 188 177 (Kopier)klubb 188 130 (Kopier)img_6963klubb 188 131 (Kopier)img_6895klubb 188 146 (Kopier)img_6882klubb 188 162 (Kopier)klubb 188 174 (Kopier)klubb 188 154 (Kopier)klubb 188 153 (Kopier)img_6953klubb 188 132 (Kopier)klubb 188 115 (Kopier)klubb 188 137 (Kopier)klubb 188 147 (Kopier)klubb 188 140 (Kopier)img_6902klubb 188 158 (Kopier)klubb 188 141 (Kopier)img_6914klubb 188 163 (Kopier)klubb 188 116 (Kopier)klubb 188 155 (Kopier)img_6878img_6872klubb 188 150 (Kopier)klubb 188 170 (Kopier)img_6874klubb 188 160 (Kopier)klubb 188 179 (Kopier)klubb 188 180 (Kopier)klubb 188 127 (Kopier)klubb 188 126 (Kopier)klubb 188 161 (Kopier)klubb 188 129 (Kopier)img_6886klubb 188 113 (Kopier)klubb 188 111 (Kopier)img_6977
Hvat sker?
                                                                                                                          Webmaster: Hugin Bjørnsson Knudsen