Um okkum

Unknown

Unknown

 

 

 

 

 

 

Ungdómshúsið í Hoyvík, KLUBB 188, er ein stovnur fyri ung millum 13- 18 ár. Virksemi byrjaði sítt virksemi 15 mars 2010.

Ungdómshúsið er opið tríggjar ferðir um vikuna. Húsið fekk navnið Klubb 188 í november 2010 og navnið eiga tey ungu sjálvi eftir eina navnakapping.

Tað ber til at leinkja (linka), spæla telduspøl, vera á YouTube, syngja karaoke, spæla Playstation, ymisk kortspøl, borðtennis, quizz kappingar fótbóltspøl og Nintendo Wii er eisini inn.

Í húsinum er annars kreativur multiverkstaður, tónleikarúm, sjónvarpsrúm, hugnakrókar, kafé og kiosk, umframt sjónvarpskíggjar á stórskermi og televarp. 3. hvønn mánað eru størri tiltøk í húsinum, har fólk koma uttanifrá og seta dám á. Tað tey ungu sjálvi, sum varpa ljós á virksemið í húsinum.

Vit hava eitt virki ungdómsráð, sum eisini setur dám á virksemi í húsinum. Eisini verður í næstum gjørdur limalisti og navnakort til tey ungu. Somuleiðis eru ymiskar reglur, sum tey ungu skulu fyrihalda seg til. Tað verður í løtuni arbeitt við nýggja heimasíðu til KLUBB 188 verður tøk seinast í mai 2011.

Eisini fáa vit sokallað hot spot skipan t.e er tráleyst net samband til tey ungu at brúka.

DJ/VJ show og líknandi tiltøk, eitt nú tónleikabólkar eru 3. hvønn mánaða í húsinum. Vit hava eisini sett ein ábyrgdarpersón at taka sær av okkara tónleikarúmið, sum er undir uppbygging.

Ungdómshúsið er eisini við til at samskipa ymiskt tiltøk saman við hinum ungdómshúsinum í býnum. Eitt nú í Dansifrøði, sum hevur ungdómsdans og tiltøk í ár.

Talan er um rúsfrítt umhvørvi og dentur verður lagdur á fyribyrgjandi arbeiði.

Klubb 188 hevur somu leiðslu sum frítíðarskúlin í Hoyvík og húsast undir somu lon. Men talan er ikki um somu fíggjarætlan. Klubb 188 hevur frá 1. januar 2011, fingið sína egnu játtan upp 555.000,- kr fyri 2011. Tað mesta av hesari játtan fer til lønarútreiðslur.

Leita:
Um okkum
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.
Okkara slogan til tey ungu er: " Klubb 188 er tykkara"
Klubb 188 hevur opið fyri øllum børnum og øllum ungum frá 6. flokki til 18 ár.

Her kunnu tey ungu spæla teldu, linka, spæla borðtennis, spæla playstation, Nitendo WII, hyggja í sjónvarp, televarp, spæla tónleik, vera á YouTube, spæla ymisk spøl í cafeini, dansa ella okkurt heilt annað. Klubb 188 er jú tykkara!

Vit síggjast í Klubb 188 :-)
  • Tilvildarligar myndir
    img_6872klubb 188 118 (Kopier)klubb 188 175 (Kopier)klubb 188 179 (Kopier)klubb 188 172 (Kopier)img_6882klubb 188 188 (Kopier)img_6963img_6908img_6927img_6880img_6876klubb 188 133 (Kopier)img_6971img_6910klubb 188 169 (Kopier)klubb 188 121 (Kopier)klubb 188 149 (Kopier)klubb 188 128 (Kopier)klubb 188 182 (Kopier)klubb 188 127 (Kopier)klubb 188 122 (Kopier)klubb 188 170 (Kopier)klubb 188 164 (Kopier)img_6921klubb 188 125 (Kopier)klubb 188 116 (Kopier)klubb 188 159 (Kopier)klubb 188 129 (Kopier)img_6890klubb 188 178 (Kopier)img_6902klubb 188 137 (Kopier)img_6955klubb 188 180 (Kopier)img_2189klubb 188 132 (Kopier)klubb 188 153 (Kopier)img_6875klubb 188 112 (Kopier)klubb 188 117 (Kopier)img_6977img_6865img_6904img_6961klubb 188 145 (Kopier)klubb 188 166 (Kopier)img_6914klubb 188 186 (Kopier)klubb 188 165 (Kopier)
Hvat sker?
                                                                                                                          Webmaster: Hugin Bjørnsson Knudsen