Reglugerð fyri tey ungu!

Unknown

Unknown

Reglugerð fyri okkara ungu í Klubb 188!

Í Klubb 188 hava vit nakrar heilt greiðar reglar at halda seg til. Tí vit skulu øll hava virðing fyri hørjum øðrum og virðing fyri tí umvhørvið sum vit húsast í.

Brot á reglarnar fáa hóskandi avleiðingar, sum í ringasta føri kann vera ein tíðaravmarkað burturvísing (karantena) frá Klubb 188

Almenna reglugerðin:
Vit hava virðing fyri hvør øðrum
Vit skulu hava virðing fyri húsinum.
Vit skulu hava virðing fyri okkara uttanumøki.
Vit skulu nýta ruskíløtini bæði innan og uttanfyri
Vit eru góð við hvønn annan
Vit hjálpa hvør øðrum
Vit siga okkara meining
Vit lata ting hjá øðrum fáa frið
Vit rudda upp eftir okkum og sløkkja ljósið, tá vit fara
Vit roykja ikki inni
Vit nýta ikki rúsevni
Vit skulu ikki inn í starvsfólkarúmið, uttan at onnur avtala er gjørd við starvsfólk.
Vit skulu spyrja starvsfólk, um at sleppa at nýta telduna í starvsfólkarúminum til útprinting.
Vit nýta teldu nr.7 til skriving og myndaredigering.
Vit skulu spyrja um loyvið til at nýta køkin.
Vit skulu ikki hava nakað etandi ella drekkandi við í teldurúmið.
Vit skulu ikki nýta skúlastovurnar ella serstovuna í húsinum.
Vit eta og drekka ikki í tónleikarúminum.

Brot á reglugerðina:

Royking ella nýtsla av rúsevnum inni í Klubb 188 kann geva burturvísing í ein heilan mánaða. Men vit skulu fyrst hava eina samrøðu við viðkomandi, áðrenn burturvísing verður galdandi.

Síðani verður tað leiðarin, varaleiðarin og samskiparin, sum avgerða hvat skal henda, um tey ungu bróta reglugerðina. Men vit royna alltíð at vera fyribyrgjandi hóast ósømuligan atburð og hava altíð ein námsfrøðisliga hugburð imóti teimun ungu, men um keðiligur ikki hóskandi atburður heldur áfram, so gevur tað tíverri burturvísing í 1 mánaða.

Tí, Klubb 188 er tykkara og tískil fari val um. Tað er jú tykkara val og tykkara stað!

 

Leita:
Um okkum
Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík.
Okkara slogan til tey ungu er: " Klubb 188 er tykkara"
Klubb 188 hevur opið fyri øllum børnum og øllum ungum frá 6. flokki til 18 ár.

Her kunnu tey ungu spæla teldu, linka, spæla borðtennis, spæla playstation, Nitendo WII, hyggja í sjónvarp, televarp, spæla tónleik, vera á YouTube, spæla ymisk spøl í cafeini, dansa ella okkurt heilt annað. Klubb 188 er jú tykkara!

Vit síggjast í Klubb 188 :-)
  • Tilvildarligar myndir
    klubb 188 187 (Kopier)klubb 188 174 (Kopier)klubb 188 166 (Kopier)img_6891img_6908klubb 188 150 (Kopier)img_2189klubb 188 119 (Kopier)klubb 188 151 (Kopier)klubb 188 157 (Kopier)klubb 188 111 (Kopier)klubb 188 127 (Kopier)klubb 188 138 (Kopier)klubb 188 112 (Kopier)img_6963klubb 188 185 (Kopier)klubb 188 163 (Kopier)klubb 188 152 (Kopier)klubb 188 171 (Kopier)klubb 188 126 (Kopier)img_6918img_6910img_6890klubb 188 131 (Kopier)klubb 188 134 (Kopier)klubb 188 177 (Kopier)klubb 188 130 (Kopier)klubb 188 176 (Kopier)img_6902klubb 188 115 (Kopier)klubb 188 136 (Kopier)img_6897klubb 188 146 (Kopier)klubb 188 132 (Kopier)img_6900klubb 188 182 (Kopier)img_6876klubb 188 178 (Kopier)klubb 188 168 (Kopier)img_6885klubb 188 122 (Kopier)klubb 188 154 (Kopier)klubb 188 170 (Kopier)klubb 188 116 (Kopier)klubb 188 123 (Kopier)img_6904klubb 188 164 (Kopier)img_6865img_6971klubb 188 121 (Kopier)
Hvat sker?
                                                                                                                          Webmaster: Hugin Bjørnsson Knudsen